Burn: H71 hevur kós móti FM-finalunum

H71 vann stórsigur á Team Klaksvík í 1. FM-hálvfinaluni

Team Klaksvík fekk oyruni í væl smurdu H71-maskinuna í 1. FM-hálvfinaluni millum Team Klaksvík og H71 í Burn Mansdeildini í Badmintonhøllini í Klaksvík í kvøld. 

 

H71 vann stórsigur 33-20 á Team Klaksvík. H71 var á odda 16-10 í steðginum. 

 

H71 legði seg á odda 3-0 beinavegin, og tað nærmasta Team Klaksvík kom leiðsluni hjá H71 var við støðuna 3-5.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og stórskjúttin og verjukempan, Peter Krogh vóru úti ein stóran part av dystinum, men hinir tóku ábyrgd og vunnu tryggan stórsigur.

 

Liðini spæla 2. FM-hálvfinaluna í Hoyvíkshøllini sunnudagin klokkan 16. Vinnur H71 vinna teir seg í FM-finalurnar. Vinnur Team Klaksvík verður ein triðja og avgerandi FM-finala mikukvøldið 30. mars klokkan 20.

 

Team Klaksvík-H71 20-33 (10-16) - Her sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##