Burn: Bjarni og StÍF halda jól og nýggjár á fjórða plássinum

KÍF hevur tryggjað sær pláss í FM-endaspælinum við heimasigri á VÍF

Bjarni í Selvindi var valdur til ársins stjørnuskot undanfarna kappingarár

Bjarni í Selvindi var valdur til ársins stjørnuskot undanfarna kappingarár

Enn er stórur spenningur um fjórða plássið í Burn Mansdeildini, men StÍF hevur fyribils vunnið sær ein fyrimun við at vinna harðvunnan 26-25 heimasigur á Kyndli í dag aftaná eitt framúr gott avrik í seinna hálvleiki. Kyndil var á odda 14-11 í steðginum, men í seinna hálvleiki bumbaði supertalentið hjá StÍF, Bjarni í Selvindi bólt aftaná bólt í málið hjá Tórði S. Guttesen, og hann skoraði helvtina av teimum 26 málunum hjá StÍF, 13 mál. 

 

StÍF kann sostatt halda jól og nýggjár á fjórða plássinum við 11 stigum. Tvey stig frammanfyri Team Klaksvík og trý stig frammanfyri Neistan og Kyndil. Í komandi umfarinum 23. februar spælir StÍF móti Team Klaksvík í Badmintonhøllini. Ein sera avgerandi dystur í stríðnum um fjórða plássið.

 

KÍF hevur tryggjað sær pláss í FM-endaspælinum við 28-23 sigri á VÍF í høllini í Kollafirði. Sigurin merkir, at KÍF endar í ringasta føri á triðja plássinum í grundspælinum. KÍF var á odda 17-13 í steðginum.

 

H71 er ikki til at steðga, og í dag vunnu hoyvíkingar tryggan 32-24 sigur á Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini. H71 var á odda 13-11 í steðginum. Vuk Stevanovic skoraði heili 11 mál fyri Team Klaksvík, men tað munaði langt frá nóg mikið hjá Team Klaksvík.

 

Nú kemur vetrarsteðgur, landsliðsvikuskiftið og steypakapping. 

 

StÍF-Kyndil 26-25 (11-14)

 

Málskjúttar StÍF: Bjarni í Selvindi 13, Pætur Barclay 5, Jóannes Prestá 3, Ivan Mrdalo 2, Martin Danielsen 1, Bjartur Már Guðmundsson 1, Georghe Patrea 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Kristoffur Bjørgvin 7, Anders Risdal 6, Tróndur Wardum 4, Jóan Pauli Patursson 2, Mads Lindkvist 2, Ovi Lützen 2, Dánjal Sørensen 1, Borgar Sveinsson 1. 

 

KÍF-VÍF 28-23 (17-13)

 

Málskjúttar KÍF: Morten N. Kristensen 7, Fríði Weyhe 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Nicklas Selvig 4, Tony Weyhe 4, Rúni Joensen 2, Bárður Dam 1, Ási Dam 1. 

 

Málskjúttar VÍF: Filip Jojic 10, Hallur Árason 4, Hanus Christophersen 4, Jóhan í Garðastovu 3, Rúni Fossdal 2. 

 

H71-Team Klaksvík 32-24 (13-11)

 

Málskjúttar H71: Pætur Thomsen 9, Pauli Mittún 8, Óli Mittún 6, Rókur Ziskason 4, John S. Vilhelm 2, Poul Símun í Garði 1, Niklas H. Hanusarson 1, Jón Rói M. Høgnesen 1. 

 

Málskjúttar Team Klaksvík: Vuk Stevanovic 11, Jens Pauli Mohr 5, Vilhelm Vilhelmsen 3, Tummas Simonsen 2, Sámal á Tjaldrafløtti 1, Beinir Johannesen 1, Ludvík Súnason 1. 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71 (eru víðari til FM-endaspælið)1444332911424
 KÍF (eru víðari til FM-endaspælið)133583263220
 VÍF143953712414
 STÍF14384442-5811
 TEAM KLAKSVÍK13356386-309
 NEISTIN12338350-128
 KYNDIL14334404-708
Bjarni í Selvindi var valdur til ársins stjørnuskot undanfarna kappingarár

Bjarni í Selvindi var valdur til ársins stjørnuskot undanfarna kappingarár