Burma letur politiskar fangar leysar

Innan nakrar dagar fer hernaðarstýrið í Burma lata lata fleiri fangar leysar, og sambært einari keldu hjá myndugleikunum eru fleiri politiskir fangar millum teirra, sum fáa grið.

-Politiskir fangar fáa grið, men vit vita ikki við vissu, um tað umfatar allar, sigur ein stjórnaremmætismaður.

Samstundis sigur amerikanski varauttanríkisráðharrin, Kurt Campbell, at nógv hendir í Burma í hesum tíðum, og at samband hevur verið millum hernaðarstýrið og andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi.

-Alt er ikki, sum tað eigur at vera, men vit mugu sanna, at stórar og týðandi broytingar eru á veg, sigur Campbell.