Danska forboðið móti at fjala andlitið í almenna rúminum, ið vanliga verður nevnt burkaforboðið, hevur ikki havt nakran serligan virkna enn. Tað vísir hagtøl, ið BT hevur fingið frá ríkisløgregluni.
Ein mánað eftir, at forboðið bleiv sett í gildi, hevur løgreglan enn ikki givið nøkrum bót fyri lógarbrotið, hóast 59 fráboðanir hava verið frá fólki um brot á lógina. Løgreglan hevur tó skuldsett tveir persónar fyri brot á forboðið.
Uffe Stormly, løgregluovasti í ríkisløgregluni, upplýsir, at ymiskar orsøkir eru fyri, at so stórur munur er á talinum fráboðanum og skuldsetingum.
- Vit hava fingið fráboðanir, har vit eru farin á staðið, men so er viðkomandi persónur farin áðrenn ella talan kortini ikki var um lógarbrot. Vit hava eisini havt fráboðanir, tá vit hava havt onnur meira átrokandi mál at taka okkum av. Síðan hava fólk eisini fráboða fyri stuttleikar, har vit hava hoyrt børn flenna aftanfyri, sigur løgregluovastin við BT.
Forboðið merkir, at øll pløgg ella lutir, sum fjala andlitið, eru bannað á almennum støðum. Tað kann vera burka, niqab, elefanthúgvur, húgvur, hettur, turrikløð, maskur, hjálmar, heilfjalandi draktir og leys skegg.