Hósdagin er eitt ár liðið, síðani umstrítt forboð varð sett í gildi, sum bannar fólki at vera í burka, niqab, ella øðrum, sum fjalir andlitið. Tann 1. august í 2018 gjørdist sonevnda burkaforboðið donsk lóg.
Hagtøl hjá ríkisløgregluni vísa, at 23 fólk hava fingið bót fyri at fjala andlitið í tí almenna, skrivar Kristeligt Dagblad.
Við danska blaðið sigur Margit Warburg, professari í religiónssosiologi á Københavns Univeristet, at ilt er at eftirmeta forboðið, nú 23 bøtur eru givnar eftir einum ári.
Sambært professaranum, er avmarkað, hvussu nógv fólk, gongur í niqab og burka, sum bæði fjala andlitið í ymsan mun.
Margit Warburg sigur, at millum 150 og 200 kvinnur ganga í niqab, sum letur eyguni vera sjónlig. Væl færri ganga í burka, sum fjalir eyguni við einum neti.
Eftir at uppskotið hevði elvt til nógv politiskt kjak í Danmark, eydnaðist tað í fjør tinglimum fyri Sosialdemokratunum, Dansk Folkeparti, Venstre, Teimum Konservativu og Liberal Alliance at fáa meiriluta fyri uppskotinum.
Sonevnda burkaforboðið skapti innanhýsis split bæði í donsku stjórnini, og í fleiri politiskum flokkum.
Millum tey, ið atkvøddu ímóti uppskotinum vóru tinglimir fyri Liberal Alliance, Alternativet, Radikale Venstre, Enhedslisten, Socialistisk Folkeparti, og ein fyri Sosialdemokratarnar.
Burkaforboðið varð á fyrsta sinni roynt í verki, tá ein 28 ára gomul kvinna fekk bót í august í fjør. Hendingin vakti ans í altjóða miðlum. Bæði amerikanskir, bretskir og týskir miðlar skrivaðu um hendingina, eins og at søgan varð endurgivin í londum sum Japan, Malaisia, India og Pakistan, skrivar DR.