– Hetta er samanumtikið óviðkomandi at tosa um, tí vit hava ikki hendan trupulleikan í Føroyum, sigur Runa Preeti Ísfeld, P.hd. lesandi og Cand.mag í altjóða viðurskiftum.
Burkabann má viðgerast í friðartíðum
Hon vísur eisini á, at hetta eisini er ein lítil trupulleiki í Danmark.
– Fyri at lýsa, hvussu lítil burka/niqab “trupulleikin” er millum muslimar í Danmark, kann verða upplýst, at av næstan 100.000 muslimskum kvinnum í Danmark í 2010, bóru tríggjar kvinnur burka og 150–200 niqab. Tað er ikki nakað at snakka um, og fyri at kunna inkludera tey er hatta bara symbolskt og fer ikki at føra til ordiliga integratión. Sjálvandi mugu tey respektera lógina og sjálvandi er tað ein trupulleiki, at man ikki sær andlitið, men tað er ikki rætt at ekskludera tær. Tað fer ikki at rigga, staðfestir hon.
Runa Preeti Ísfeld greiðir frá, at hon onkursvegna skilur, hvat Sjálvstýri sipar til í uppskotinum, sum flokkurin hevur latið Løgtinginum, tí burka og niqab er so ókent og fremmant fyri okkum í Føroyum, og tí hava vit ilt við at skija tað. Hon heldur tó ikki, at nøkur loysn er at finna í einum forboði mótvegis burka og niqab, og tað er heldur ikki ein fyrimunur fyri kvinnuna.
– Um tað er patriarkið, ið vit vilja av við, so er loysnin ikki at fara eftir kvinnuni, tí tær eru longu útsettar. Banna vit burka og niqab, so sleppur kvinnan ikki út úr heiminum. Tá má ein onnur loysn finnast, og umráðandi er at hugsa um, hvussu kvinnan kann styrkjast, hóast hon møguliga hevur burka, staðfestir hon.
Í viðmerking á sosialu miðlunum spyr Runa Preeti Ísfeld, um vit ikki áttu, at lagt upp til at styrkja kvinnurnar og inkludera tær, uttan mun til húðalit, rasu, etniska bakgrund ella átrúnað
– Forboð elva til sundurbýti millum okkum og tey. Tað er eitt betri hugskot at geva kvinnum við ella uttan burka amboð til at reflektera yvir sína støðu, og at taka teirra egnu bardagar, staðfestir hon.
Hon vísur eisini á, at hóast muslimskar kvinnur skifta burka og niqab út við okkurt annað, so vísa kanningar, at tað ikki elvir til størri inklusión á arbeiðsmarknaðinum.
– Tær muslimsku kvinnur, sum ganga við vanligu turriklæðunum, hava eisini sera ringt at fáa arbeiði, og fólk við muslimskum nøvnum verða ofta ikki biðin at koma til samrøðu, sjálvt um tey hava somu útbúgving ella royndir, sum aðrir umsøkjarir, sigur hon.
– Um vit geva kvinnuni amboð, ið hon kann nýta og inkludera kvinnuna ístaðin fyri at isolera hana, so kemur ein natúrlig mótrørsla, staðfestir hon.