Fótbóltur
Eftir regn fyrr um dagin var nú aftur turt, men nógvur vindur og sera kalt í Gundadali. Vindurin lá til fyrimuns fyri B36, ilt er at siga um tað júst var tí, so væl lá fyri.
B36 sóu beinavegin út til at vera liðið, sum vildi meira hendan dystin. Teir løgdu seg fram og trýstu gestirnar frá byrjan.
Eftir ein løgnan tilburð, har dómarin sá út til at vera millum leikandi mennirnar á vøllinum, megnaði Alex Jose dos Santos hjá B36 at reka seg fram og leggja bóltin til Hanus Thorleifsson, sum skjeyt móti málinum. Ikki eydnaðist tað honum at skora, men seinna royndin gav Sam Malson bóltin, ið so at siga undir málinum megnaði at fáa hann inn. Sostætt gjørdist 11. minutturin lagnuløtan hjá B71.
Løgnasta næstan-málið í ár
Á miðari B71 hálvu skuldi Símin Hansen hjá B71 skjóta bóltin út til innkast, tá Sam Malson aftur var uppá spæl. Ein takling frá honum fekk bóltin at skjótast avstað. Men til alla eydnu fyri hann fór hann beina kós móti B71 málinum. Símun Rógvi Hansen í málinum, stóð hvørki tilreiðar ella nóg nær til at røkka bóltin, og mátti eygleiða hann á kós móti málinum. Bólturin rakti tó einans tvørstongina og vandin var av. Látur var millum áskoðararnar, tí hetta var ikki nakað, ið nakar hevði sæð áður.
Eftir hetta hendi ikki stórt meira í fyrra hálvleiki. Munur var á liðunum, ið bardust hvør fyri síni søk. B36 spældi væl betur á øllum økjum og kundu økt um málúrtøkuna.
Betur fyri
Eftir leikararnir komu út aftur á vøllin eftir hálvleikssteðgin, sá fyrst út til at B71 veruliga fóru at taka støðuna í álvara. Hóast gulu mennirnir runnu skjótari enn áður og spældu beinari, bar ikki til at leggja havnamennirnar. Tá einki úrslit sást burturúr arbeiðinum hjá sandoyingunum lak luftin skjótt úr teimum. Og heimaliðið tók yvirhond aftur.
Málroynd eftir málroynd royndi B36 at økja um málini. So at siga allur seinni hálvleikur var nýttur á B71 hálvuni, og ein stórur partur í brotsteigi teirra. Fleiri ferð sá tá út sum bólturin fór inn, og fjeppararnir reistu seg, men hvørja ferð máttu teir setast skuffaðir.
Gula kortið, ið Símun Hansen fekk í 54. minutti gav heimaliðnum ein gyltan møguleika í vinstru síðu, áraka við B71 brotsteigin. Møguleikin, fimm metrar frá málinum, endaði langt uppiyvir málinum, og bólturin oman á niðara vøllin. Har 3. Deildarliðið hjá B71 hølvaði B36 av í finaludysti dagin fyri.
Tríggir dystir og KÍ í eygsjón
Samanumtikið var B36 betra liðið hendan dagin. Hóast munurin var stórur megnaðu teir ikki at skora meir enn tað eina málið. Men B71 málverjin hevði, sum sagt, úr at gera.
Nú er 24. umfarið farið aftur um bak, og einans trý resta í. HB vann eisini og sostætt liggja havnaliðini enn síðu um síðu. Nú eru 8 stig fram til EB/Streym, og ikki ógjørligt at taka teir aftur, tó hetta verður ómetaliga torført. Stríðið um silvurið og bronsuna er millum B36, HB og NSÍ, men eitt av teimum má í ár standa við ongum.
Hjá B71 er lívlínan at vinna írestandi dystirnar. Komandi dysturin er móti B68 og KÍ spælir móti ÍF. Um nøkur vón skal vera fyri B71, er av øllum týdningi at teir fáa vend í.