Burðardygg veiða skal burtur til frama fyri ikki burðardygga veiðu. Hettar er niðurstøðan, eftir at hava hoyrt stjóran fyri Bakkafrost kæra sína "neyð" at framtíðarætlanir teirra ikki lata seg gera tí hummaraveiðan á Árnafirði er har teir meta seg hava framíhjárætt. At burðardygga hummaraveiðan hevur ment seg í fleiri ár við miðvísari røkt, er ikki nakað sum Bakkafrost tekur sær nær.
At nakrir fáir menn nú ikki skulu sleppa at fiska hummara, tí nakrir stórmillionerar - Bakkafrost og teirra partaeigarar - meta seg hava framíhjárætt í føroyska samfelagnum, sigur so mikið, at Bakkafrost og teirra menn og kvinnur fullkomuliga hava misskilt rættindir hjá borgarunum til gagnnýtslu av tilfeinginum, næst at hesir við sínum ætlanum á Árnafirði, hava álvarsaman mangul á heilt vanligari virðing fyri landsins borgarum og samfelagnum sum heild. Laksaaling er IKKI ein burðardygg vinna, og hevur hon álvarsama dálking við sær har hon fer fram. Føroysku alifirðirnar kunnu t.d. ikki nýtast til frítíðarfisking eftir seiði og stór náttúruøki eru illa skemmað av virkseminum.
Alilaksur er at sammeta við búrhøsn og sonevndu pappkyllingarnar, ið flestum kunnugt ikki er serstakt sunnar matur. Alilaksur er undir álvarsomum illgruna fyri at elva til Diabetes 2 tí fóðuri er fult av umhvørviseituri m.a. PCB, Dioxin, bromeraðir frammutemjarar og syntetisk hormonlíknandi evni. Næst verða tilsett fleiri kemisk evni til fóðuri m.a. haldevni og evni, ið skal forða at fóðuri tránar. Sambært fleiri kanningum frá óheftum garnskingarstovum í Noreg og Europa, so er alilaksur ikki serstakt heilsugott at eta grundað hesi ymisku umhvørviseitur. Alivinnan stríðist við laksalús, ið partvís er smittað við virus, ið kann hava við sær álvarsamar avleiðingar eisini fyri onnur fiskasløg. Og alilaksur, ið er sloppin leysur, blandar seg við villan laks, ið aftur kann hava óheppnar avleiðingar. Vit hava ein ørindadrong sum stjóra á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni - just sum fyrrverandi kvinnuliga stjóran, ið fekk løgmansstjórastarv eftir at hava tænt privatum og politiskum áhugamálum væl. Niðurstøðan kann so sigast at verða at peningaáhugamál - ikki tørvurin at fáa til vega haldgóðan mat grundað burðardygga og vistfrøðiliga vinnu - er tað sum drívur verkið hjá Bakkafrost. Men at burðardygg hummaravinna skal lúta fyri einari vinnu, ið ikki er burðardygg, og aldrin verður tað, kann tykjast sum væl ov nógv av hvat kann góðtakast.
Kári Thomsen