Í sini setanarrøðu vísti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum á, at nógv halda Føroyar vera eitt - landafrøðiliga - isolerað samfelag í útnorði við einum stórum havøki, sum umgyrðir okkara oyggjarnar í allar ættir - og at hesar umstøður eru avmarkandi fyri vøkstri og menning.
- Men, at oyggjarnar eru avmarkaðar orsakað av havinum, er ikki rætt. Havið og tað tilfeingið, sum í havinum er, skapar fundament fyri einum nútímans ídnaðarsamfelag, sum - um vit skipa okkum á rættan hátt - gevur burðardygga menning og vøkstur.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at rætta myndin av Føroyum er, at oyggjarnar eru plaseraðar í norðuratlantiska miðdeplinum, sum tryggjar grundarlagi undir fiskiskapi, aling og oljuvinnu, sum byggir á lokalt tilfeingi.
- Sjálvt um tilfeingið í okkara havøki verður sagt at vera einstáttað, hevur ídnaðurin í Føroyum í nýggjari tíð prógvað, at differentiering er ein møguleiki. Ídnaðurin hevur staðsett sjálvstøðugar vinnugreinar, sum virka leysar av hvørji aðrari.
Jacob Vestergaard segði, at ymisku møguleikarnir, sum eru í vinnuni, geva samanlagt eitt rímiliga støðugt grundarlag, tó at onkur vinnugrein í skiftandi tíðum gongur væl og onkur onnur minni væl.
- Seinastu árini hava víst, at hóast gongdin í ymisku greinunum er ymisk, megnar okkara vinnulív kortini - samanlagt - at skapa góðar karmar og góð úrslit, segði landsstýrisaðurin m.a. í síni røðu í ítróttarhøllini á Skála í morgun, tá hann setti Faroexpo-vinnustevnuna.








