Burðurin er ofta tungur. Tað var ein av yvirskriftunum í dystarskránni á Svangaskarði. Í greinini varð sipað til, at í fjør skoraði B68 sigursmálið ímóti Sumba á Svangaskarði í næstsíðsta minuttinum, og hóast sigurin í fyrraárið var so stórur sum 6?0, so kom ikki hol á fyrrenn seinna umfarið var hálvrunnið.
Aftur hesa ferð gekk tað striltið hjá B68, áðrenn teir høvdu fingið bilbukt við sumbingarnar.
Marcello legði beinanvegin B68 á odda, og tað kundi sæð út sum fráboðan um, at hesa ferð fór talan at verða um sorl og stórsigur. Sigurin gjørdist trivaligur, men størsta partin av tíðini bendi lítið ella einki á, at tað skuldi enda soleiðis. Ikki fyrrenn tað restaðu tíggju minuttir, kom B68 framum 2?1. Tá skrædnaði hjá sumbingum, og síðstu løtuna gekk skjótt við málskjótingini hjá toftamonnum.
Óskipað
Sumbingar vóru ikki komnir á grasið á Svangaskarði at undirhalda. Teir hildu nógv fólk aftanfyri bóltin. Nebosja var einsamallur á toppinum, har hann var íðin og jagstraði longu sendingarnar. Jan Poulsen hevði bara eina uppgávu. Tað var at syrgja fyri, at Øssur Hansen ikki var við í spælinum. Allir gestirnir hildu seg væl til avtalurnar. Teir fluttu verjuna langt fram, toftamenn duttu ferð eftir ferð í rangstøðugrøvina, og tað ørkymlaði teir nógv.
Allan 1. hálvleik og inntil B68 kom framum 2?1, var spælið hjá B68 illa skipað. Tað eydnaðist teimum illa at bróta ígjøgnum massivu verjuna hjá sumbingum. Bæði tí at sendingarnar ofta vóru ov óneyvar, og tí at tað serliga í 1. hálvleiki ikki eydnaðist at bróta ígjøgnum í borðunum.
Eftir steðgin komu Jan Petersen (var skaddur ímóti B36) og Øssur Jacobsen á vøllin. Jan fylti væl upp á verjukenda miðvallarplássinum, og Øssur Jacobsen var sera týðandi liður í álopsspælinum, sum sístðu minuttirnar bar fleiri mál við sær.
Kvøkkurin
Sumbingar javnaðu til 1?1, tá seinna umfarið bara var fimm minuttir gamalt, og tað var ein orduligur frammaná hjá B68. Long frísparkssending varð send fram móti brotsteigarmarkinum, miðverjarnir tøvdu, Nebosja slapp at temja og draga, áðrenn hann í stríði við verjuspælara fekk trýst bóltin í málið.
Málið bar eyka styrki og dirvi við sær til sumbingar, og tað tóktist læsa teir á heimaliðnum, sum gjørdu eina rúgvu av mistøkum. At frustratiónirnar vóru ómetaliga nógvar og stórar kom m.a. til sjóndar í, at venjarin, Jóannes Jakobsen, fekk reyða kortið frá Peturi Hansen. Dómarin metti, at B68 venjarin mitt í 2. hálvleiki hevði verið ov ólátaður yvirfyri linjuverjanum.
Sumbingar vóru løtuna aftaná, at teir høvdu javnað, meiri framrættaðir, enn teir høvdu verið frammanundan, men teir komu ongantíð í nánd av leiðslumáli. Burtursæð frá royndini, tá teir skoraðu, so høvdu teir ongan møguleika at gera mál.
Marcello var bjargingin
Toftamenn hildu á at trýsta, sumbingar góvu sær góðar stundir, og tað var einki hugaligt hjá heimafólkinum.
Sum tíðin leið gekk nóv fyri seg í og kring brotsteigin hjá sumbingum, har Trygvi Nielsen, Dánial Johan Joensen og Bergur Vinther saman við jugoslavunum stríddust sum úlvar.
Tíggju minuttir fyri leiklok skrædnaði. Øssur Jacobsen sneiddi tveir av í vinstru, tá hann var komin í brotsteigin, spældi hann út frá, og úr átjan metum smekkaði Marlon Marcello flatt og dygst inn við stólpanum. Eigil Olsen hevði ongan møguleika at bjarga.
Málið kom í 81. minutti, og so gekk skjótt. Í 84. minutti endaði uppspæl í vinstru við, at Øssur Jacobsen spældi út frá til Jan Petersen, sum lyfti í høvdið á Øssuri Hansen. og 3?1 gjrødist í 86. minutti til 4?1, tá uppspæl hjá Øssuri Jacobsen í vinstru endaði við út frá sending og poting mitt innfyri málið. Marcello gjørdist púra leysur innanfyri miðverjuna. Hann helt seg vera rangstaddan og steðgaði á, men linjuverjin lat ikki við seg koma ? ein sumbingur hekk eftir afturi við baklinjuna úti í høgru ? og so var 4?1.
Marcello var eisini upphavið til síðsta málið. Brasilumaðurin royndi at sneiða ein av sær á váta grasinum, beinini vórðu tikin undan honum, og Súni Fríði Johannesen, sum ikki hevði verið heppin, tá hann hevði havt møguleikar, var tryggur úr ellivu metrum.
Sigur til toftamenn, men ikki serliga sannførandi avrik. Enn eitt tap til sumbingar, men framvegis tykjast knoturnar vera so mikið nógvar, at tað væl ber til at ímynda sær, at teir kunnu stríða seg av aftasta plássinum.
B68: Magnus Poulsen ? Oleif Joensen, Arnbjørn Danielsen, Jan C. Dam ? Marlon Jorge, Fróði Benjaminsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen, Jákup Djurhuus ? Súni Fríði Johannsen, Marcello Marcellino
Sumba: Eigil Olsen ? Nikola Biberdzic, Dánial Johan Joensen, Trygvi Nielsen, Bergur Vinther, Sasa Tomajek ? Spasojé Biberdzic, Jan Poulsen, Hallur Dam Joensen, Hans Jákup Thomsen ? Nebosja Belkovic18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00