Vinna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sum partur av ætlanini at leggja eina framtíðarstrategi fyri føroyska vinnu hava løgmaður og hinir landsstýrismenninir seinastu tíðina verið á evnisfundum saman við vinnuni til tess at fáa størri innlit í vinnumál. Nú um dagarnar var fundur um eina komandi oljuvinnu, har stjórin í Statoil Føroyar, Rúni Hansen og stjórin í Oljufyrisitingini, Sigurð í Jákupsstovu greiddu frá eitt nú ymsum tilgongdum, um nakað ella nógv olja verður funnin við Føroyar. Hvat hetta fer at merkja fyri samfelagið. Løgmaður sigur, at tað var sera áhugavert at hoyra teir báðar greiða frá. Hann heldur tað er gott, at øll í Tinganesi eru vitandi um tær møguligu tilgongdir, sum kunnu fara at henda næstu árini, um olja verður funnin.
?Tað er vigtugt, at vit fáa lagt okkara høvuðsvinnu í dag í nakrar karmar, sum gera, at hon er burðardygg, at hon gongur saman. Tí tann dag oljan kemur, og tað rokni eg heilt vist við, at hon ger fyrr ella seinni, tá broytist so nógv í hesum samfelagnum. At tað verður ikki at kenna aftur frá einum degi til annan. Tær strukturbroytingar, sum skulu henda í høvuðsvinnuni, kunnu ikki bíða, til oljan kemur. Vit noyðast at fáa tað arbeiðið gjørt áðrenn. Tí tá vil eingin hava áhuga fyri tí. Tá vil áhugin fara allar aðrar vegir. Og tí er tað so umráðandi at fáa høvuðsvinnuna at vera burðardygga, tí tað er væl henni vit skulu liva av uppá longri sikt, eisini tá eitt oljuævintýr er liðugt sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann vísir annars á, at tá vit tosa um oljuna, so kunnu vit rokna við, at nógv fer at henda innan rættiliga avmarkaða tíð. Borað verður aftur í 2006. -Útlitini eru ivasom, men onkur vil vera við, at tær boringarnar kunnu gerast sera áhugaverdar. Tað kann so ótrúliga skjótt gera, at okkara samfelag kemur undir eitt heilt annað trýst, sum vit sjálvandi eisini skulu verða fyrireikað til. So her er nógv at taka upp til viðgerðar. Tað er so ikki eitt isolerað politiskt system, sum skal gera tað. Men alt samfelagið má gearast til at taka hesar breiðu diskutiónirnar. Men eisini til at tú tekur nakrar avgerðir um, hvussu tú skal fyrihalda teg.
Løgmaður vísir á, at vit kunnu undir ongum umstøðum bara sita afturá og siga: man tað ikki fara at ganga? Tann hugburðurin dugur ikki longur. Hini londini koyra á. Og eru komin ljósár fram um okkum. Og tað mugu vit eisini til. Tey fokusera nógv uppá hetta at vera við í globaliseringini, at gera samfelagið til eitt vitanarsamfelag, og tað er handa vegin vit eisini skulu fara.
-Men vit hava trupulleikar her og nú. Alt ella nógv er við at steðga upp. Tit hava sitið í eitt ár og trý ár eru eftir av skeiðnum. Hvat er tað mest umráðandi hjá tykkum at gera til tess at venda gongdini?
-Tað er kanska í so nógv at siga, at alt er við at steðga upp. Vit hava nakrar djúptgangandi trupulleikar í okkara høvuðsvinnu. Vit hava t.d. ongantíð fingið so nógvan upsa sum nú, men tað er ikki meira enn tað loysir seg at fiska hann, tí man fær ongan prís fyri hann. Tað sigur okkurt um, at her eru nakrir trupulleikar, sum mugu takast upp frá botni av. Hvat tað er veit eg ikki. Men tá aðrir kunnu fáa økonomi í við at keypa fisk, virka hann og selja hann víðari, so má tað bera til hjá føroyingum at kunna fáa økonomi í at taka fiskin frá okkum sjálvum, virka hann her og fáa hann víðari. Ivaleyst er tað okkurt í okkara konsepti, sum ikki tiltalar kundan, og tí vil hann heldur ikki betala fyri tað. Tær kanningar, sum eru lagdar fram um føroyskan fisk á bretska marknaðinum, skuldu givið okkum nakað at hugsa um. Men hetta eru alt svar, sum vinnan skal koma við. Vinnan skal kunna siga okkum, at nú leggja vit á tann og tann bógvin, og so skulu vit stuðla uppundir við at geva vinnuni teir neyðugu karmar, sum hon skal hava fyri at kunna virka optimalt. Jóannes Eidesgaard leggur aftrat, at tað at flakavinnan koyrir tungt í løtuni er ikki nakað nýtt hugtak í føroyska samfelagnum. Tað ger hon við jøvnum millumbilum. Vit skulu minnast til, hvussu var í 80-unum, og tá gekk vinnan ikki betri enn so, at vit høvdu eina rúgvu av studningi í myndini.