Roknskapur
Verður hugt at roknskapunum hjá P/F Vónini fyri seinastu fýra árini, so er einki at ivast í, at talan er um eina sunna fyritøku. Samanlagda yvirskotið hevur hesi árini verið góðar 35 mió kr., og tað hevur givið eina góða renting av eginognini. Somikið góða, at tað hjá partaeigarunum helst er vorðin ein spurningur um, hvørt tíðin ikki er komin at luta út størri upphæddir í vinningsbýti, soleiðis at eginognin ikki gerst ov stór lutfalsliga við einum ov lágum eginpeningsavkasti sum avleiðing.
Herd kapping
Í ársfrágreiðingini til roknskapin verður sagt, at felagið ikki roknar við einum eins góðum úrsliti í 2006, sum felagið hevði í fjør, og hetta kann helst hava fleiri orsøkir. Ein tann týdningarmesta man tó vera kappingin, sum á heimamarknaðinum er herd, nú annað trolvirkið eisini er sett á stovn.
Hinvegin hevur Vónin væl og virðiliga nakað at standa ímóti við. Sunni raksturin hevur styrkt munandi um grundarlagið undir fyritøkuni. Eginpeningurin var við árslok 2005 79% av samlaða fíggjarjavnanum (soliditetur), og gjaldførislutfallið var ikki minni enn 377, sum er óvanliga høgt fyri eina fyritøku við somikið stórari javnvág.
Á Vónini starvaðust í 2005 76 fólk.