Burðardygg menning

Tíðindaskriv

Skriv er sent til Eyðun Elttør, landsstýrismann í umhvørvismálum, sum er eitt uppkast til ætlan um burðardygga menning, 2002 ? 2020.
Frágreiðingin er gjørd sum verkætlan á Heilsufrøðiligu stravsstovuni í 2001, og hon er fíggjað av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.
Henda frágreiðing er ætlað sum støði undir einum framhaldandi arbeiði við málsetningum. Lagt verður upp til, at ein bólkur verður settur við umboðum úr øllum stýrum, at gera ætlanir um eina burðardygga menning í Føroyum ítøkiligar
Fokus verður sett á fimm úrvald øki, og vísir á, hvørji umhvørvisfyrilit eiga at verða tikin. Hesi øki eru havi, ferðavinna, vinnulív, orka, burturkast og Lokal Agenda 21. Mælt verður til, at eitt ítøkiligt kjak um náttúru- og umhvørvisvernd, um møguleikar, mál og íløgur verður partur av eini fullgjørdari ætlan um burðardygga menning. Tess fleiri taka lut í tilgongdini og koma við viðmerkingum, tess betri úrslit fyri okkum og fyri komandi ættarlið.
Frágreiðingin hevur støði í tí virksemi, sum hesi seinastu 10 árini er farið fram um allan heim at ansa eftir, at náttúrunnar virðir verða umsitin soleiðis, at komandi ættarlið eisini kunna fáa ágóðan av teimum. Á heimsráðstevnu í Rio de Janeiro í 1992, varð heitt á heimsins stjórnir um at gera ætlanir fyri eina burðardyggari menning í 21. øld. Hugtakið um burðardygga menning inniber, at miðast skal eftir, at loysa umhvørvisligar, búskaparligar og sosialar trupulleikar samstundis, og í mun til hvønn annan.
Í summar fara heimsiins lond at hittast aftur til eina uppfylging av Rio-ráðstevnuni, hesuferð í Suður Afrika. Hóast lítlar, eru Føroyar eitt ríkt land, og eiga at gera sítt til at fremja eitt burðardygt alheimssamfelag.
Frágreiðingin er løgd á heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og er hon at finna undir www.hfs.fo. Trýst á deildir, síðani umhvørvisdeildin, og har liggur "Uppkast til føroyska ætlan um burðadygga menning".