Burðaravlopið gevur vaksandi íkast til fólkatalið

Tann 1. mars í ár var fólkatalið 53.108. Tað er vaksið við 809 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør.

Tað skrivar Hagstovan í dag. Hetta er næstan sami vøkstur sum undanfarna 12-mánaðarskeiðið, tá vøksturin var 823 fólk ella 1,6%. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes og Vágs kommunum. Merkisvert er nú við lutfalsliga stórum vøkstri í Sandoy. Eisini er ein ávísur vøkstur í Suðuroy. 

Tann stóri fólkavøksturin seinastu sjey árini er í størstan mun komin av eini stórari nettotilflyting, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í minni mun frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð. Hetta er nú broytt nakað, tí at burðaravlopið gevur eitt munandi størri íkast til fólkavøksturin hetta 12-mánaðarskeiðið enn undanfarnu árini. T.d. er burðaravlopið 66 størri hetta12-mánaðarskeiðið enn undanfarna 12-mánaðarskeiðið, meðan nettotilflytingin er 80 minni.

Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað. Hinvegin vigar ein vøkstur í burðaravlopinum upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin nøkulunda sama góða rákið í fólkavøkstrinum sum tey síðstu 7 árini.

 

<iframe width="100%" height="400" src="https://hagstova.fo/fo/tidindi/burdaravlopid-gevur-vaksandi-ikast-til-folkatalid?px-web-graph=083a537045ecf0d1aae3517d30b86cea" frameborder="0"></iframe>