Bunyan áttati ár

Tann 18. oktober verður pápi okkara Bunyan Midjord áttati ár.
Hann varð føddur og vaks upp við Smilleg – vesturi í Bø í Vági. Hetta var eitt yndisumhvørvi hjá smádreingjum tá á døgum. Sandurin var beint við, har bar til at sparka fótbólt ella íðka onnur spøl. Fjøran og brúgvarnar vóru eisini karmur um eitt yðjandi lív – ikki minst í sambandi við fiskaarbeiði og alt, sum har til hoyrdi.
Pabba fór til skips, sum so mangur tá á døgum, 14 ára gamal. Hann var millum annað við Vágbingi.
Í 1962 fór hann til Grønlands at starvast hjá GTO, og var hann har í níggju ár.
Komin aftur til Vágs fór hann at starvast hjá Vágs kommunu sum formaður í grótbrotinum vesturi á Eiðinum, og var hann har, til tað varð niðurlagt. Síðan fekk hann starv við Vágs Havn, til hann legði frá sær vegna aldur. Tá hevði hann havt 25 ára jubileum.
Pabba var eisini brandmeistari í nógv ár, og var við til at fáa virksemið viðvíkjandi eldsløkking í fasta legu – við brandbili og allari útgerð, sum har til hoyrdi og føstum brandmonnum.Annars hevur pabba luttikið í øllum vanligum bygdarlívi her í Vági. Hann spældi í síni tíð fótbólt við VB, hann var eitt tíðarskeið formaður í Vágs Klubba, bridge hevur hann eisini spælt – og enn møtir hann trúliga upp til hvønn hond- og fótbóltsdyst hjá VB.
Pabba er vælkendur í Vági, hvønn morgun fer hann í sínum bláa bili sína dagligu rutu ígjøgnum bygdina og støkkur inn á gólvið hjá sínum vinum til ein kaffimunn og eitt prát. Hann er ein vágbingur við stórum V og ein býarmynd og ber sum sagt tað sermerkta navnið Bunyan.
Pabba giftist við mammu – Marlenu Jensen – og hava tey havt eitt gott lív saman.
Tey fingu fýra børn, og eiga nú sjey abbabørn og tvey langabba/langommubørn.
Vit ynskja pabba hjartaliga til lukku við áttati ára degnum og vóna, at hann fær mong góð ár framyvir, og vit takka mammu og honum fyri alt gott.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
-----
Símun, Gudny, Beinta og Niels Petur