Bunkringslógin krevur oljusperru

Nýggja bunkringslógin, sum kom í gildi fyrsta januar 2011, krevur millum annað, at oljusperrur skulu leggjast út, tá tungolja verður bunkrað. Sperrurnar vórðu fyri fyrstu ferð royndar hjá Tórshavnar Havn í gjár.

Fleiri hava helst hugsað, tá tey sóu eina oljusperring lagda rundan um tvey russisk skip í dag, at nú var aftur ein oljudálking í á havnarvág. Men so var kortini ikki.
Ein av ásetingunum í nýggju bunkringslógini, sum kom í gildi fyrsta januar í ár, er, at oljusperring skal leggjast út, tá tungolja verður bunkrað.
- Vit hava keypt eina 250 metur langa oljusperru, so vit kunnu lúka treytirnar í nýggju bunkringslógini, sigur Niels Kári Nielsen av havnaskrivstovuni í Havn.
Oljusperran hjá Tórshavnar Havn varð fyrstu ferð nýtt í gjár, tá eitt russiskt skip bunkraði olju umborð á ein russiskan trolara við Bacalao keiina.
Tað var annars meiningin, at Smyril skuldi bunkra inni á Sundi í gjáramorgunin, men orsakað av vánaliga veðrinum fór hann til Fuglafirðar at bunkra.
- Meiningin var at nýta nýggju oljusperruna á Sundi í gjáramorgunin og at russisku skipini so skuldi bunkra í dag, men av tí at vit ikki brúktu sperruna á Sundi, kundu russisku skipini bunkra í gjár, sigur Niels Kári Nielsen.
Tað áliggur havnunum at tryggja bunkring av tungolju, og tí hevur Tórshavnar Havn keypt oljusperruna.
- Vit brúka okkara egna bát og okkara egnu fólk at leggja oljusperruna út. Hon skal kunna brúkast allastaðni í kommununi, har tungolja verður bunkrað, tað veri seg í Havn, á Sundi ella í Kollafirði, og tí er best, at vit brúka okkara egna fólk til hetta arbeiði, sigur Niels Kári Nielsen.