Mánakvøldið 6. oktober skipaðu elfelagið SEV og Sp/f Baldursbrá hjá Johann Mortensen fyri einum fyrilestri í Norðurlandahúsinum, har Jane Pedersen frá orkufelagsskapinum Dong Energy í Danmark greiddi frá um alternativa orku og el-bilar.
Dong Energy arbeiðir saman við amerikanska felagnum Better Place um nógvar spennandi loysnir við alternativari el-megi, sum t.d. sólar- og vindorku. Ein av framtíðarverkætlanunum gongur í stuttum út upp á at nýta orkuna frá vindmyllum.
Vindmyllurnar koyra alt samdøgrið og um náttina er streymnýtslan munandi minni enn um dagin. Yvirskotið frá streymframleiðsluni um náttina fer til løðing av accumulatorum, sum kunnu nýtast til bilar soleiðis at el-bilar í framtíðini kunnu koyra inn á servicestøðir at ”bunkra” við at skifta tann tóma akkumulatorin út við ein uppløddan.
Sponsorar til tiltakið í Norðurlandahúsinum vóru Hotel Føroyar, Norðfra, Føroya Bjór, Musikkskúlin og Norðurlandahúsið.
Í einum komandi blað fara vit at skriva meira nágreiniliga um hesa verkætlan.