Bundisligt

Í bakarínum á Sandi eru tey vanliga fýra fólk: Anfinn og konan í bakarínum, og so hava tey tvær krambúðargentur sum skiftast um at standa í sølubúðini.
Tað er øllum greitt, at tá ein er so at siga einsamallur um verkið, so kann tað mangan tykjast at vera bundisligt.
Og tað viðgongur Anfinnur eisini at tað er:
- Jú, tað er bundisligt - ræðuliga bundisligt.
- Feriurnar havi eg havt fáar, síðani eg byrjaði - kanska bert einar fýra ferðir, sigur hann.