Bundin sjúklingur doyði

Ein 36 ára gamal sálarsjúklingur varð í gjárkvøldið funnin deyður á sjúkrahúsinum í Nykøbing á Sælandi. Løgreglan sigur, at maðurin lá bundin í songini. Leiðandi yvirlæknin á sjúkrahúsinum, Benedicte Wolfing, sigur við danska kringvarpið, at tann 36 ára gamli maðurin hevði eina ólekiliga heilasjúku, sum gjørdi, at hann var sera harðligur.

Sambært yvirlæknanum helt ein røktari eyga við manninum, meðan hann var bundin.

-Vit vistu, at hann fór at doyggja einaferð, men vit vistu ikki, at hann hevði so stutta tíð eftir, sigur Benedicte Wolfing við DR.

Nú skal løgreglan taka støðu til, um hægri heilsumyndugleikar skulu kanna tilburðin og umstøðurnar nærri.