Bundin niður og kvaldur

Mikumorgunin í síðstu viku varð hesturin hjá 15-ára gomlu Michel í Vestmanna funnin deyður uttanfyri húsini. Hesturin, sum var tvey ára-gamal, varð bundin niður og deyður av tí sama. Boð vórðu send eftir løgregluni beinanvegin, og kundi løgreglan beinanvegin staðfesta, at talan var um ein ónátúrligan deyða, tí øll fýra beinini og høvdið á hestinum vóru bundin niður, so hesturin kvaldist. Ábendingar eru um, orsøkin er ein hevndaratsókn

Tað var við ringum tannabiti, at 15-ára gamla Michel fór í skúla mikudagin, tí Joachim, hesturin hjá henni, lá deyður í garðinum henda morgunin.
- Eg græt allan dagin, sigur Michel, sum hevur tikið sær av hestinum, síðani hann varð heilt lítil. ? Eg hevði ringt við at trúgva tí, sigur Maja, mamman hjá Michel.
Rafik Bourbiaa, pápi Michel, keypti hestin til dóttrina fyri næstan tveimum árum síðani, og kostaði hesturin umleið kr. 6.000. Rafik Bourbiaa, sum er uppvaksin í norðurafrikanska landinum Tunesia, sigur, at børnini hava altíð dámt væl djór.
- Michel vísti ógvuliga stóran áhuga fyri hesum góða djóri, og tískil varð onki annað at gera, enn at keypa ein hest til gentuna, sigur Rafik, sum sjálvur er uppvaksin við djórum. ? Pápi mín hevði nógvar stórar og góðar hestar, sigur Rafik afturlítandi á barnaárini í Tunesia.
Men Joachin, hesturin hjá familjuni í Vestmanna, bleiv ongantíð stórur. Hann varð nevniliga fyl, tá hann doyði. Michel hevði ongantíð riðið á honum, tí hesturin, sum er av íslendskum slagi við sindri av føroyskum blóði, skal verða eini fimm ár, áðrenn ein kann fara upp á bakið. Hesturin er nevniliga ikki so sterkur, tá hann er tvey ár, og tískil skal ein ikki koyra ov nógv á hann.

Bundin sum ein seyður og kvaldur
Michel sigur, at hesturin helst hevur haft tað ræðuligt hesar síðstu tímarnar, hann hevur ligið niðurbundin. ? At eg ikki hoyrdi okkurt til hann hesa náttina, sigur ein syrgin Michel og leggur aftrat, at tað er ófatiligt, at fólk kunnu finna upp á slíkt.
Spurd um hvør tað mundi vera, ið bant hestin niður, sigur mamman hjá Michel, Maja, at tað man vera okkurt ógvuliga avstubbað og illsint fólkaslag. ? Eg havi ilt við at trúgva, at fólk kunnu finna upp á slíkt. Og tað var ræðuligt, at hann skuldi doyggja soleiðis, sigur Maja, sum leggur aftrat, at hon ringdi til løgregluna beinanvegin.
Ivan Klein Olsen, sýslumaður í Vestmanna, varð á staðnum lítla løtu seinni. Tá varð klokkan umleið átta mikumorgunin. ? Tað er ongin ivi um, at hetta er ein ráðagerð, sum er framd, sigur Ivan Klein Olsen.
- Hesturin stóð tjóðraður til ein pela í garðinum, men onkur hevur skrætt pelan upp, og flutt hann niðan millum nøkur trø. Síðani er hesturin komin niður at liggja á øllum fýra, og øll beinini bundin soleðis saman, at hesturin lá við búkinum móti trænum, og høvdið varð eisini niðurbundið. Hann varð í veruleikanum bundin sum ein seyður, sigur Ivan Klein Olsen.
- Man hevur sæð nógv millum ár og dag, nú man hevur veri løgreglumaður í skjótt 25 ár. Men hetta er eitt tað grovasta, og eg varð skelkaður, tá eg sá hestin, sigur Ivan Klein Olsen, sýslumaður.
Møguliga ein hevndaratsókn
Hesturin er deyður millum tvey- og áttatíðina mikumorgunin, tí Rafik Bourbiaa sá hestin á lívi klokkan tvey, tá hann kom heim. Og beint áðrenn klokkan átta varð hesturin deyður.
Tá vit spyrja Rafik, hví fólk hava gjørt hetta móti honum og hansara familju, sigur hann, at tað er ógvuliga ringt at siga, tí enn vita tey so lítið um gerðina. Men ábendingar eru um, at hetta er eitt slag av hevndaratsókn ella fremmandahatri.
Rafik er vanligur muslimur, júst sum familjan heima í Tunesia, men hann er ikki víðgongdur. Og álíkavæl merkti hann tann 11. september, aftaná yvirgangsatsóknirnar móti USA, hvussu trupult tað onkuntíð er, at verða muslimur í vesturheiminum. Tá varð grillin, sum hann hevði í Runavík, nevniliga brend niður í eini hevndaratsókn, har vreiðin varð rættað móti Rafik. Teir báðir mennirnir, sum brendu grillina, skuldu inn at sita.
- Og tað kann hugsast, at hetta her við hestinum er okkurt líknandi, sigur Rafik, sum tó ikki er vísur í síni søk. Ivan Klein Olsen, sýslumaðurin, sigur, at tað er sannlíkt, at talan er um eina hevndaatsókn. ? Tað eru nógvir hestar í Vestmanna, so hví júst hestin hjá Rafik? Og gerðin í sær sjálvum týðir uppá, at hetta kundi verið ein hevndatatsókn, sigur Ivan Klein Olsen.
Og tað er júst gerðin í sær sjálvum, sum skelkar fólk. Forkvinnan í Føroyar Djóraverndarfelag, Bergtóra Justinusen, sigur, at hetta er heilt óhugnaligt. ? Hetta er verri enn hin hundurin, sum fyri kortum varð bundin og tveittur í eina á, sigur Bergtóra Justinusen.
Tey í Djóraverndarfelagnum ætla sær, at seta seg í samband við løgregluna fyri at skunda undir málið. ? Eg fari at ringja til politiið beinanvegin, sigur ein sint forkvinna í Djóraverndarfelagnum, Bergtóra Justinusen.
Ivan Klein Olsen av politistøðini í Vestmanna sigur, at helst vera fleiri ákærur reistar móti tí persóninum ella teimum persónunum, sum hava framt illgerðina. ? Fyri tað fyrsta er talan um álvarsliga djórapínslu, men haraftrat tosa vit eisini um herverk, sigur Ivan Klein Olsen.
Sýslumaðurin í Vestmanna væntar, at tað man fara at koma fyri dagin nokkso skjótt, hvør hevur pínt og dripið hestin. Hann sigur eisini, at hestakend fólk hava helst verið uppi í leikinum, tí tað er ikki lætt at fáa ein hest niður á øll fýra. ? Vit tosa um eitt rættuliga stórt djór her, sigur Ivan Klein Olsen.
Í djóraglaðu familjuni í Vestmanna, sum altso hevur mist hestin, siga tey, at kanska fara tey at fáa sær hest aftur. Tey hava nógv djór frammanundan, til dømis eiga tey kaninir og fuglar, sum tey fýra børnini í húsinum eru ógvuliga glað fyri.
- Men eftir øllum at døma mugu vit steingja djórini inni um næturnar, nú tey ikki fáa frið at standa, sigur ein keddur Rafik Bourbiaa.