Bogi Andreasen varð valdur í Tórshavnar Býráð fyri Tjóðveldi á seinasta býráðsvali við 488 persónligum atkvøðum.
Herfyri saðlaði hann um – meldaði seg úr Tjóðveldinum og úr samgonguni í Tórshavnar Býráð – og upp í Fólkaflokkin, sum hann heldur betur varðar um hansara hugsjónir um, hvussu vit skulu skipa samfelagið.
Men Bogi Andreasen mátti sanna, at tað er ikki so einfalt, at fyri tað um tú hevur fingið nógvar atkvøður til eitt kommunuval í Havn, so er tað ikki einsbetýðandi við, at tú kanst flyta somu atkvøður yvir til eitt løgtingsval – og so slett ikki, um tú skiftir flokk.
Vert er eisini at leggja til merkis, at hann hann einans fekk 20 atkvøður í heimbýnum Klaksvík.
Bogi Andreasen endaði sum nummar 12 á Fólkaflokslistanum við 167 atkvøðum. Tað vil siga, at hann fær ikki sæti á tingi. Verður Fólkaflokkurin partur av nýggjari samgongu, so verða tveir sessir tøkir, um flokkurin velur síni landsstýrisfólk úr tingbólkini. Um so verður, so fáa Rodmundur Nielsen og Joen Magnus Rasmussen fast sæti á tingi, meðan boð verða eftir Boga Andreasen, sum fyrsti varamaður ikki fær møtt.









