Bummdagur á børsinum

Fleiri feløg minkaðu nógv í virði á íslendska virðisbrævamarknaðinum í dag Dagurin í dag royndist illa hjá feløgunum, sum eru skrásett á partabrævamarknaðinum í Reykjavík.

Fleiri feløg vóru fyri stórum falli, og tað størsta fallið hevði FL Group, hvørs partabrøv fullu 13,21 prosent í dag. Men onnur mistu eisini nógv virði. Eitt nú fullu partabrøvini í Exista 10,32 prosent.

Í Íslandi hava tíðindi gingið um, at FL Group verður tikið av marknaðinum í Reykjavík í næstum.

23 feløg mistu virði á marknaðinum í Reykjavík í dag. Einki felag fór hinvegin.