Maðurin, sum fyrrapartin var skotin av fronsku løgregluni, tá hann leyp á eina løgreglustøð norðaliga í París, var ílatin ein falskan bumbuvest. Tað hevur franska løgreglan seinni staðfest.
Vápnaður við einum knívi royndi maðurin at taka seg inn á eina løgreglustøð, men var skotin við dyrnar. Á manninum hevur franska løgreglan síðani funnið eina mynd av einum IS-flaggið, umframt eini boð um, at hann einsamallur hevur ábyrgd av álopinum.
Hóast franskir myndugleikar mest sum eru sannførdir um, at maðurin var einsamallur um gerðina, er tilbúgvingin nú í hásæti í franska høvuðsstaðnum. Hundraðtals fólk eru flutt burtur úr bygningum nærindis staðnum, har maðurin varð skotin og servand løgreglulið kemba nú gjøgnum grannalagið í leitan eftir øðrum møguligum yvirgangsmonnum.











