Í Italia hava myndugleikarnir styrkt vaktarhaldið við sendistovur, stjórnarbygningar, posthús og tjóðartingið í Rom, eftir at tvær brævbumbur brustu á sendistovunum hjá Kili og Sveis í gjár. Tvey fólk fingu skaða.
Ein felagsskapur, ið nevnir seg Federazione Anarchia Informale, hevur átikið sær ábyrgdina av báðum bumbunum. Sambært almennu tíðindastovuni Ansa fann løgreglan eina fráboðan frá felagsskapinum í einari eskju tætt við aðra sendistovuna.
Italsku myndugleikarnir halda, at Federazione Anarchia Informale hevur ikki meiri enn nakrar hundrað limir, og at felagsskapurin hevur samband við víðgongdar kreftir í Grikkalandi og øðrum londum.










