Løgreglan í Noregi váttar nú fyri VG, at tað var ein yvirgangsatsókn, tá ið ein bumba brast mitt í Oslo seinnapartin og at fleiri fólk eru deyð og meiðslað.
Fyribils er váttað, at tvey fólk eru deyð
Løgreglan hevur eisini greitt frá, at tey vænta ikki, at fleiri bumbur eru í økinum, men hetta hevur ført við sær, at alt fólk er flutt burtur í stórum parti av miðbýnum í Oslo og løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur.