Bumbuspreingingar undir landsdysti í París

(Kykmynd) Tvær bumbur brustu beint uttanfyri leikvøllin, meðan Frakland og Týskland spældu dyst

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr hvussu spælararnir hjá Fraklandi og Týsklandi, og áskoðararnir á Stadé de France leikvøllinum í París upplivdu hvøllu bumbuspreingingarnar uttanfyri leikvøllin.

 

Tíðliga fríggjadagin bleiv týska fótbóltslandsliðið evakuerað frá sínum gistingarhúsi, tí ein bumbuhóttan varð kunngjørd. 

 

Franski forsetin, Francois Hollande var hjástaddur til dystin millum Frakland og Týskland. Trygdarløgreglufólk førdu hann burtur frá leikvøllinum. Fronsku myndugleikarnir valdu at fullføra dystin, hóast bumbuspreingingarnar, sum vóru beint uttanfyri leikvøllin.

 

Aftaná dystarlok slapp eingin áskoðari av leikvøllinum. Áskoðararnir blivu bidnir at fara oman á fótbóltsvøllin at standa og bíða.

 

Franska blaðið L´Equipe skrivar, at tað vóru tvær sjálvmorðsbumbur, sum brustu uttanfyri Stadé de France leikvøllin. Spreingingarnar kravdu trý mannalív.

 

Dysturin endaði annars 2-0 til Frakland, men fáur fer at minnast tað fyri eftirtíðina.