Bumbuspreingingar í Damaskus

Fleiri fólk doyðu í tveimum ógvusligum spreingingum í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í morgun. Tað sigur tað almenna sjónvarpið, sum eisini veit at siga, at tað vóru sivilfólk og starvsfólk hjá trygdartænastuni, sum lótu lív.

Aðrar keldur í býnum siga fyri tíðindastovunum, at onnur spreingingin var við ein bygning hjá trygdartænastuni og hin við bygningin, sum fregnartænastan hjá flogvápninum húsast í. Sambært teimum fyrstu tíðindunum er líkt til, at talan var um bilbumbur.

Í hesi vikuni er eitt ár, síðani mótmælini ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaðu. Síðani hava meiri enn 8.000 fólk latið lív.