Tey, sum løgdu bumburnar í Boston í gjár, høvdu gjørt sær stóran ómak fyri at fjala tað, sum tey tókust við. Tað avdúkar ein løgreglukelda fyri CBS News.
-Bumburnar vóru gjørdar soleiðis, at tær líktust onkrum, sum fólk høvdu tveitt frá sær, sigur keldan. Hon veit eisini at siga, at tað er nógv, sum bendir á, at í hvussu er onnur bumban var í einum trýstkókara, sum bumbumaðurin hevði lagt í eina tasku ella ein ryggsekk.
CBS News sigur eisini, at løgreglan hevur funnið lutir, sum benda á, at bumburnar høvdu eina ella aðra klokku, sum gjørdi av, nær tær brustu. Harafturat vóru bumburnar fyltar við høglum, seymi og øðrum jarnpettum, sum gjørdu, at fólk fingu stóran skaða.
Trý fólk doyðu av bumbunum, og 176 fingu skaða.