Tær báðar bumburnar, sum brustu í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í morgun, kostaðu 27 fólkum lívi, og 97 fólk vórðu løstað. Tað sigur heilsumálaráðharrin, Wael al-Halki, við tað almenna sjónvarpið.
Sambært ráðharranum vóru tey flestu sivilfólk, men franska tíðindastovan AFP skrivar, at bumburnar brustu uttan fyri høvuðsskrivstovuna hjá kriminalløgregluni og fregnartænastuni hjá flogvápninum.
Sum skilst hevur eingin átikið sær ábyrgdina av spreingingunum, men sýriska sjónvarpið sigur, at talan er um eina samskipaða yvirgangsatsókn. Teir almennu sýrisku fjølmiðlarnir siga, at spreingievnið var í tveimum bilum.
Myndir í sýriska sjónvarpinum víst, vísa, at bygningarnir fingu sera stóran skaða, so spreingingarnar hava verið ógvusligar.










