Læknar á fýra teimum størstu sjúkrahúsunum í Boston siga í dag, at bumburnar vóru fyltar av jarnlutum fyri at skapa mest møgulig sár.
Hetta er gjørt við illvilja fyri at skaða sum flest í tí álopinum, sum drap trý og særdi 176 onnur, harav 17 er hart særd.
- Fragmentini, sum vórðu funnin í rennarum og áskoðarum, vóru millum 20 og 30 í tali, og tey líktust, segði George Valmahos trauma leiðari á Massachusetts General Hospital.
Tey líktust smáum yntum ella seymahøvdum, og vóru ætlað at gera skaða.
- Mín meining er, at meginparturin kom frá bumbunum. Eg haldi ikki tað er sannlíkt, at tey komu úr umhvørvinum, tí tey líktust ov nógv, segði George Velmahos við Boston Globe.