Talið á deyðum aftan á tær báðar bumbuspreingirnarnar í Bagdad í morgun er nú komið upp á 132. Tær almennu keldurnmar siga, at 512 onnur vórðu særd. Teir báðir sjálvmorðsbumbumenninir søktu at almennum bygningum í Bagdad. Onnur bumban brast uttan fyri løgmálaráðið og hin uttan fyri skrivstovurnar hjá landspartastjórnini.
Iraksku myndugleikarnir ivast ikki í, at tey bæði álopini vóru samskipað. Teir vísa millum annað á, at tað var minni enn ein minuttur ímillum brestirnar.
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av álopunum í morgun, men stjórnarkeldur í Bagdad siga, at tað vóru helst al Qaeda ella stuðlar hjá fyrrverandi forsetanum Saddam Hussein.