Bumburegn í Damaskus

Sýriski stjórnarherurin hevur skotið eina røð av bumbum inn í ein býarpart har suðuri í høvuðsstaðnum Damaskus. Tað siga talsfólk hjá mannarættindafelagsskapum. Sagt verður, at teir báðar seinastu dagarnar hevur herurin skotið 45 bumbur inn í býarpartin.

Eygleiðarar siga, at tíðindini samsvara ikki við upplýsingarnar frá stjórnarherinum í síðstu viku um, at hann hevði endurvunnið valdið í øllum høvuðsstaðnum. Umframt bumbuálopið á syðra part av høvuðsstaðnum hevur herurin søkt at málum í býarpartinum Harasta, sum er har norðuri í býnum.

Mannarættindafelagsskapir siga, at stjórnarhermenn hava tikið fleiri fólk í Damaskus, og at herurin hevur verið inni í handlum og øðrum arbeiðsplássum og leitað eftir uppreistrarmonnum.