Bumbur til Obama

Fýra bumbur brustu í Kolombia í gjárkvøldið, og myndugleikarnir halda, at bumburnar vóru eitt slag av mótmæli ímóti, at amerikanski forsetin, Barack Obama, vitjar landið.

Talsmaðurin hjá løgregluni sigur við Reuters, at tvær av bumbunum brustu í høvuðsstaðnum Bogota og nærhendis amerikonsku sendistovuni. Løtu seinni brustu tvær bumbur í býnum Cartagena, sum er har norðuri í landinum. Talsmaðurin heldur, at tað var ein ella annar vinstrasinnaður felagsskapur, sum vísti sína misnøgd við, at Obama var í býnum.

Barack Obama er í Kolombia í sambandi við toppfundin hjá teimum flestu leiðarunum í Norður-, Mið- og Suðurmaerika. Millum evnini, sum teir viðgera, er bardagin ímóti rúsevnahandlinum, sum er sera umfatandi í fleiri av londunum.