Bumbur nærkast HB-leguni

Enn eru eingi nøvn váttað, men tað tykist púrasta vist, at tey í HB arbeiða hart í royndunum at styrkja um hópin áðrenn dystirnar móti Kaunas. Tveir dystir, sum í besta føri kunnu tryggja fíggjarliga fundamentið hjá HB langt fram í tíðina

Europa-Cup

Todi Jónsson og Morten Wieghorst. Tað eru bara tvey av nøvnunum, sum síðani fríggjadagin hava verið sett í samband við HB, nú møguleikin fyri eini uppgerð við Champions League meistararnar úr Liverpool brádliga er á skránni.

Einki verður váttað
Enn hevur ikki verið gjørligt at fáa nakað sum helst av hesum váttað, men sum tikið verður til, so rýkur tað sjáldan av ongum brandi.
Í útvarpinum fríggjadagin váttaði liðskiparin hjá liðnum, Rúni Nolsøe, at tað longu varð tosað um hetta, og veruleikin er, at tað á ongan hátt tykist ósannlíkt, at talan verður um styrk.
Og verður samanborið við støðuna í fjør, so gerst møguleikin enn meira sannlíkur. Tá arbeiddi HB nevnliga við at fáa eina leiguavtalu um Jákup Mikkelsen til teir báðar dystirnar móti Gerogiska FC Wit. Hetta tí Bárður Johannesen var úti við skaða.
Tær ætlanirnar møttu stóra mótstøðu frá HB viðhaldsfólkum, og hon varð eisini av ongum. Men sum dystirnir báðir háttaðu sær, so ber illa til at staðfesta annað, enn at møguleikarnir hjá HB høvdu verið heilt góðir, um landsliðsmálverjin hevði vart málið.
Og í Heine Fernandez hevur HB hartil ein venjara, sum hevur góð sambond við nógvar royndar fótbóltskreftir í Danmark. Hann er fyrrverandi liðfelagið við eitt nú Toda Jónsson, og eisini hevur gjøgnum árini komin at kenna hópin av stórum donskum fótbóltsnøvnum. Eitt nú Brøndby-veteranin, Morten Wieghorst, sum júst hevur sett fótbóltsgaggurnar á hillina í Brøndby,
Viðvíkjandi Toda, so sigur klaksvíkingurin tó sjálvur, at hann ikki hevur tosað við umboð fyri HB.
Sjálvur er Heine í løtuni á venjaraskeiði í Danmark, og tí hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum, men hetta skuldi so eisini gjørt, at tað lá enn betri fyri hjá honum at tosa við spælarar, sum møguliga kunnu klæðast í reyð/svarta búnan.

Nakað stórt í væntu
Og tí kann eisini roknast við, at talan ikki verður um somu innanhýsis mótstøðu hesaferð. Serliga ikki, tá bæði fíggjar- og ítróttarliga gularótin er somikið stór, sum hon er hesaferð.
Frá álítandi keldum frættist eisini, at HB-stuðlarnir longu eru farnir í holt við at savna pening til nakað »stórt« sum tikið verður til. Hvørki hjá stuðlafelagnum ella hjá nøkrum av nevndarlimunum fæst tó váttan fyri, júst hvat talan er um, tað tykist púrasta vist, at okkurt fer at henda.
Hvussu stórar bumburnar so verða, og hvussu hvøllir brestirnir blíva, er so ein onnur, og væntandi verða fleiri kapittul av hesari skrivaðir komandi dagarnar. Skotbráðið er í øllum førum stutt, tí longu 13. juli er fyrri dysturin móti Kaunas á skránni.