Bumburnar, sum brustu í India um middagsleitið, hava nú kravt umleið 50 mannalív Indisku myndugleikarnir siga, at umleið 11 bumbur brustu at kalla samstundis ymsastaðni í landslutinum Assam. Nakrar bumbur brustu í landspartahøvuðsstaðnum Guwahati, men spreingingar vóru eisini í trimum øðrum býum.
AP skrivar, at lík sløgdust í gøtunum í Gwahati, og at fleiri bilar stóðu í ljósum loga.
Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av bumbnuspreingingunum, men indisku myndugleikarnir hava hug at geva loysingarrørsluni í Assam, ULFA, skyldina.









