Bumbur kravt 33 mannalív í Irak

Í minsta lagi 33 fólk doyðu, og 52 vórðu særd, tá ein bilbumba og ein vegjaðarabumba brustu í irskska býnum Kut í morgun. Læknarnir á Al Zahra-sjúkrahúsinum siga, kvinnur og børn eru millum teirra, sum hava latið lív.

Kut er einar 160 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Bagdad, og sum skilst brustu bumburnar í einum býarparti, har nógv fólk búgva.

Yvirgangurin í Irak er minkaður nógv tey seinastu fýra árini, men enn eru álop at kalla hvønn einasta dag. Í juli doyðu 259 irakar í álopum, og tað er tað mesta ein einstakan mánað higartil í ár, skrivar AP.