Tvær bumbur brustu í dag í býnum Kerbala har suðuri í Irak, og sambært teimum lokalu myndugleikunum kravdu tær í minsta lagi 20 mannalív. Meiri enn 50 onnur hava fingið skaða.
Bumburnar brustu á vegnum millum Kerbala og ein annan heilagan bý, Najaf.
Álopið hevur ivaleyst samband við, at fleiri hundraðtúsund pílagrímar eru á veg til teir báðar býirnar í sambandi við, at mikudagurin í hesi vikuni er halgidagur hjá shiamuslimunum.










