Bumbur í Damaskus kravt nógv mannalív

Tvær harðar spreingingar vóru í sýriska høvuðsstaðnum Damaskus í morgun, og sambært tí almenna sjónvarpinum hava nógv fólk latið lív. Ein lokal sjónvarpsstøð sigur, at talan er um tvær yvirgangsbumbur, sum brustu at kalla samstundis.

New York Times skrivar, at bumburnar brustu tætt við ein bygning hjá fregnartænastuni, og at fleiri lík liggja á gøtuni uttan fyri bygningin. Blaðið sigur frá sínun keldum, at bumburnar brustu, júst sum fólk vóru á veg til arbeiðis.

Sýriski mannarættindafelagsskapurin váttar tíðindini um tvær spreingingar uttan fyri ein hernaðarligan bygning. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at tann norski generalurin Robert Mood, sum stendur á odda fyri ST-eygleiðarunum í Sýrialandi, skuldi fara á staðið at kanna skaðan av spreingingunum.