Ein av monnunum, sum skipaði fyri bumbuatsóknini á Bali, er latin leysur.
Í Indonesia er tað siður at veita brotsmonnum grið halgi- og hátíðardagar, og soleiðis var eisini í dag, nú Indonesia heldur sín tjóðardag.
Millum brotsmenninar, sum hesa ferð fingu gagn av hesum siði, vóru fleiri av teimum, sum eru dømdir fyri at hava verið við til at skipa fyri bumbuatsóknini á frítíðaroynni Bali fyri fýra árum síðani. Av teimum 13 monnunum varð ein latin leysur, og hinir 12 fingu fongsulstíðina stytta, skrivar AP.
Avvarandi hjá teimum 202, sum doyðu í atsóknini á Bali, eru misnøgd við avgerðina hjá myndugleikunum.
-Hetta vísir, at Indonesia hevur als ikki skilt bardagan ímóti yvirgangi, sigur avstraliumaðurin Brian Deegan, sum misti sonin í atsóknini.










