Løgreglan í svenska høvuðsstaðnum skrivar á sínari heimasíðu, at maðurin er tikin, og at servand fólk eru nú í ferð við at kanna bygningin, sum maðurin var í.
Talsmaðurin hjá løgregluni sigur við Aftonbladet, at alt gekk friðarliga fyri seg, tá maðurin bleiv tikin. Maðurin gjørdi tað, sum hann fekk boð um at gera, sigur talsmaðurin, Kjell Lindgren.
Talsmaðurin veit ikki at siga, hví maðurin hótti við einari bumbu, og sum skilst er maðurin ikki avhoyrdur enn.
Seinnapartin hótti maðurin við at spreingja eina bumbu í einum húsum, sum millum annað hýsir skrivstovuni hjá flokkinum Moderaterna.