MÁLSKJÚTTIN
Hóast hann er 34 ára gamalur, og hóast hann ikki seinastu árini hevur tikið fótbóltin í tí álvara, sum hann gjørdi í mong ár, tá ið hann vandi so at siga hvønn dag, so vísti Uni Arge sunnudagin, at hann framvegis hevur tev fyri at gera mál. Hann legði HB á odda í Fuglafirði, tá ið hann við typiskum miðframherjamáli úr trimum metrum skoraði, og í síðstu løtu var um reppið, at hann eisini úr stuttari fjarstøðu við fluktara syrgdi fyri sigursmálinum, men ÍF málverjin bjargaði meistarliga væl.
- At eg so at siga eri grivin fram aftur og havið fingið loyvi at hjálpa til onkra løtuna kemst ivaleyst av, at eg havi skorað mál í 2. deild, og at tað kanska ikki hevur gingið heilt eftir ánni á besta liðnum at fáa úrtøku burturúr møguleikunum. Eitt nú tí spælarar hava verið skaddir. Eg haldi, at bæði Allan Mørkøre í B36 og Hans á Lag í HB hava megnað uppgávurnar sera væl, sum teir hava átikið sær. Tú skalt jú minnast til, at hetta eru ikki uppgávur, sum teir higartil hava tikið sær av, heldur Uni Arge. Í 1997 skoraði hann 24 mál í 16 landskappingardystum. Hetta er met í føroysku landskappingini. Metið eigur hann saman við Súna Fríða Barbá, sum í 1995 skoraði 24 mál í átjan landskappingardystum.
Uni Arge heldur tað vera tvær meginorsøkir til, at HB í løtuni ikki eigur eyðsýndar álopsspælarar, sum røttu løtuna eru á rætta staðnum í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum.
- Um alt hevði verið, sum tað var inntil fyri nøkrum árum síðani, so hevði HB havt í hvussu so er tveir álopsspælarar, sum eru skúlaðir í felagnum. Eg hugsi um Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Nú eru teir báðir í næstbestu donsku deildini. Jón Rói var sera skjótur álopsspælari, men hann er umskúlaður til verjuspælara, og Andrew av Fløtum vísir í Fremad Amager, at máltevið hjá honum framvegis er, sum tað var, tá ið hann spældi í HB.
Uni Arge heldur tó, at felags fyri hesar báðar er, at teir vóru meiri næstfremsti enn fremsti álopsspælarin:
- Tann besta miðframherjin í Føroyum í løtuni er Sorin Anghel. Hann er skjótur, hann hevur góðan bóltførleika, hann søkir beint á mótstøðumálið, undanvindurin ger, at hann sjálvsálitið hjá honum bara økist, og viðspælararnir vita akkurát, hvussu hann skal spælast. Hjá øllum miðframherjum er tað týdningarmikið at hava gott fólk rundanum seg. Á Skála hava Jónhard Frederiksberg og Bogi Gregersen verið serliga vandamiklir, tí teir spæla so væl saman.
Hvat skal til fyri at menna nýggjar bumbumenn ella skarprættarar?
- Fyrst og fremst venjing og servenjing. Sjálvandi skulu spælararnir vera í góðari venjing. Men eg kvígi eitt sindur fyri, at servenjingin ikki fær so nógv pláss, sum hon eigur at fáa. Venjingartíðirnar hjá einstøku liðunum eru avmarkaðar, tí so nógv eru um vøllin. Tað ber við sær, at venjararnir ikki hava so góðar møguleikar at taka sær av t. d. verjuni fyri seg, málverjunum fyri seg, miðvallarunum fyri seg og álopsspælarunum fyri seg. Teir, sum duga væl at skjóta fríspark, síggjast ofta venja fyri seg sjálvar. Tað eiga aðrir eisini at vera tilvitaðir um.
Kann tað hugsast, at tað hevur nakað við prinsippini í venjingini at gera, tá ið servenjingin ikki er so stór?
- Kanska er tað so. Venjingin loyvir ikki, at einstaklingar stinga seg framúr. Allir spælararnir venja tað sama grundleggjandi. Harvið er vandi fyri, at fótbólturin verður standardiseraður, og sum spælararnir vaksa, so minka serevnini. Tað er neyðugt at seta prís upp á egoismuna í positivum týdningi og so at siga at framala hana.
Men kann tað ikki eisini hava við tað at gera, at spælararnir ikki eru serliga áhugaðir fyri leiklutinum?
- Tað er sjálvandi spennandi at vera málskjútti, men tað er eisini ein ábyrgd og uppgáva, sum ber trýst við sær. Tað kann hugs at spælararnir ikki eru so hugaðir fyri at hava hetta trýstið á sær, og so vilja teir heldur vera miðvallarar, síðuspælarar ella longri afturi á vøllinum.
Hvat skulu oddaliðini gera fyri at ala nýggjar álopsspælarar?
- Servenjingin sum er nevnd. Um tú skalt skjóta nógv mál, so er fyritreytin fyrst og fremst at spæla á góðum liði, og eftir føroyskum mátistokki gera spælararnir í HB og B36 tað. Men tað er rætt, at í løtuni tykist tað sum um, at tað er torført at finna hetta slagið av spælarum í Gundadali.