Forsætisráðharrin í Bulgaria sigur í kvøld, at maðurin, sum sprongdi eina bumbu í einum ferðafólkabussi í býnum Burgas í síðstu viku, var ikki einsamallur um illgerðina.
Fimm ísraelsk ferðafólk og bulgarski bussførarin doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi seg í luftina í bussinum.
Boyko Borisov, forsætisráðharri, sigur, at bumbumaðurin var ikki einsamallur, og at samstarvsfelagar hansara kunnu vera komnir til Bulgaria longu fyri einum mánað síðani, men at teir hava hildið til ymsastaðni, so eingin skuldi síggja teir saman.
-Hetta eru fólk við drúgvum royndum, sum gjørdu alt fyri at halda sínar ætlanir loyniligar, sigur Borisov. Hann leggur afturat, at alt bendir á, at menninir gjørdu bumbuna, meðan teir vóru í Bulgaria.
Í Ísrael leggja myndugleikarnir Iran og libanska Hizbollah-felagsskapin undir at hava skipað fyri atsóknini í Burgas, men hesum hevur Iran víst aftur.