Kekenin Lors Doukaev, sum sambært donsku løgregluni ætlaði sær at senda Jyllandspostinum í Århus eina brævbumbu í september í fjør, kemur fyri rættin í dag. Doukaev varð tikin í Keypmannahavn, eftir at ein løðing, sum hann hevði, sprongdist inni á Hotel Jørgensen, har hann búði.
Ákæruvaldið hevur ákært kekenan eftir teirri strangastu greinini um yvirgang, og sambært ákæranum, Anders Riisager, er málið rættiliga einfalt. Undir avhoyringum hevur Doukaev viðgingið, at hann hevði spreingievni, so nú skal ákæruvaldið prógva, hvat hann ætlaði sær at brúka tað til.
Tá líknandi mál hava verið í donskum rætti, hevur revsingin vanliga verið 12 ára fongsul. Anders Riisager sigur við TV2, at hann vil hava langa fongsulsrevsing í hesum mmálinum umframt útvísing.
Dómur fellur síðst í mánaðinum.