Bumbumaður hitti David Beckham

Ein av monnunum, sum er tikin í sambandi við bumbuatsóknina í Madrid, hitti fótbóltsstjørnuna David Beckham stutt fyri atsóknina

Tá spanska løgreglan fyri nøkrum døgum síðani rannsakaði íbúðina hjá tí 31 ára gamla marokkananum Mohammed Bekkali, funnu løgreglumenninir eitt føðingardagskort við undirskrivtini hjá ensku fótbóltsstjørnuni David Beckham.
Løgreglumenninir undraðust sum vera man á, hvat samband mundi vera ímillum bumbumannin og tann kenda Beckham, ið spælir við Madrid-felagnum Real Madrid. Tað vísti, at Mohammed Bekkali hevði hitt David Beckham fjúrtan dagar fyri ta blóðugu atsóknina í Madrid.
- Jú hann var her. Hann er sera hugtikin av Beckham, sum skrivaði undir føðingardagskortið, men meiri er ikki at siga um tað, sigur talskvinnan hjá Real Madrid, Maria Sant Esteban, við blaðið Evening Standard.