Í avstralska býnum Sidney hevur løgreglan kringsett eitt dómhús, tí ein maður, sum er inni í dómhúsinum, hevur sagt, at hann hevur eina bumbu uppi á sær. Maðurin kom inn í dómhúsið í morgun. Hann hevði eina smágentu við sær, og summir fjølmilar siga, at tað er 11 ára gamla dóttir hansara. Sambært blaðnum The Sidney Morning Herald er maðurin um 50 ára aldur.
-Enn vita vit ikki, hví maðurin fór inn í dómhúsið, ella hvat hann hevði við sær, sigur ein talsmaður fyri løgregluna við blaðið.
Myndir hjá avstralska sjónvarpinum vísa, at løgreglan hevur avbyrgt gøtuna, har dómhúsið er.