Fleiri gistingarhús og matstovur vórðu í gjárkvøldið ruddað, meðan kundu seinni lata uppaftur
Russiska løgreglan fekk í gjárkvøldið fleiri bumbuhóttanir ímóti gistingarhúsum og matstovum í býnum Rostov, sum er ein av vertsbýunum í sambandi við heimsmeistarakappingina, sum er í fótbólti í hesum døgum.
– Løgreglan hevur gjøgnumgingið allar møguleikar, go eingin vandamiklir lutir eru funnir, stendur í fráboðanini.
– Øll støðini virka nú normalt aftur, verður lagt afturat.
Fyrr um kvøldið kundi russiska løgreglan upplýsa, at 16 gistingarhús og matstovur vórðu evakuerað.
Fyrstu fráboðanirnar vóru um, at talan var um venjing.
Millum evakueraðu gistingarhúsini var Topos Congress-Hotel, sum er eitt av hotellunum, sum FIFA nýtir til síni fólk.
Løgreglan hevði fyrr um kvøldið upplýst, at tað var mistanki um bumbuhóttan ímóti gistingarhúsinum.
Sambært starvsfólkum á gistingarhúsinum vórðu allir gestir og øll starvsfólk evakuerað, og ein rúgva av politibilum og sjúkrabilum vórðu boðsend.
Eingin av luttakandi liðunum eru á hesum gistingarhúsi.
Russar eru sambært Reuters sera ídnir at brúka endaspælið til at vísa landsins stbilitet og styrki.
Myndugleikarnir hava lovað at fyriskipað eitt endaspæl, sum er trygt bæði fyri luttakandi liðini og tey nógvu fótbóltsviðhaldsfólki, sum vitjað vertsbýirnar.
Rostov, sum liggur í syðra parti av landinum, hevur higartil verið vertur fyri fýra HM dystum, íroknað dystin millum Kroatia og Ísland í gjárkvølið, har Kroatia vann 2-1.
Næsti dystur í býnum verður spældur 2. juli
/ritzau/Reuters