Beint eftir klokkan eitt seinnapartin føroyska tíð, kom ein bumbuhóttan móti ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Løgreglan er á staðnum og løgreglumenn við hundum eru farnir inn í bygningin at leita. Fólk eru flutt burtur úr ráðhúsinum.
Hóttanin kom umvegis eitt kjatt á internetinum, men tíðindastovan Ritzau sigur, at løgreglan ikki hevur funnið nakað enn.
Løgreglan vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.











