Bumbuhóttan á veg til Keflavíkar

Íslendska løgreglan fekk í dag fráboðan um, at ein bumba lá í einum flogfari, sum var á veg til Keflavíkar.

Íslendska løgreglan fekk í dag fráboðan um, at ein bumba lá í einum flogfari, sum var á veg til Keflavíkar úr Gatwick-floghavnini uttan fyri London.

 

Felagið WOW-air eigur flogfarið, og 145 ferðafólk vóru umborð. 

 

Tá flogfarið hevði sett seg í Keflavík, vórðu ferðafólk og manning fingin út, og bumbuserfrøðingar hjá íslendsku sjóverjuni fóru umborð at leita eftir bumbuni. Men eingin bumba var at finna. 

 

Løgreglan í Íslandi kunngjørdi seinnapartin, at tað var ein 13 ára gamal drongur, sum hevði boðað frá bumbuni, og at hann hevði játtað seg sekan.

 

Kunningarstjórin hjá flogfelagnum sigur við íslendskar fjølmiðlar, at drongurin tosaði íslendskt.