Bumbuhóttanin er avblást

Illgrunaverdi pakkin er latin upp og gjørdur óskaðiligur

Í morgun varð rætturin í Aalborg stongdur og tømdur, eftir at eitt illgrunvert bræv kom inn á skrivstovuna. Bumbuserfrøðingar vóru tilkallaðir, men hava nú gjørt illgrunaverda pakkan óskaðiligan.

 

Løgreglan í Aalborg greiðir frá, at rætturin ringdi til teirra í morgun og greiða frá um hendan pakkan.

- Tá vit koma á staðið kunnu vit bara geva teimum rætt í, at pakkin vekir illgruna. Vit ringja tí eftir bumbuserfrøðingunum hjá herinum, sum síðani hava verið í rættinum og kannað pakkan, sigur René Hyldgaard, átaksleiðari hjá løgregluni.

 

Pakkin er nú gjørdur óskaðiligur. Talan var ikki um eina bumbu, men í løtuni verða restirnar av pakkanum kannaðar og spor samlaði til eina víðari kanning, sigur løgreglan.

 

Rætturin í Aalborg er stongdur fyri dagin og løgreglan gongur gjøgnum bygningin við bumbuhundum, fyri at tryggja sær, at eingir aðrir pakkar eru fjaldir nakrastaðni.