Bumbuhóttan í Århus

Næmingar á Handilsháskúlanum í Århus eru blivnir fluttir úr skúlanum fyri løtu síðani, eftir at skúlin hevði fingið eina bumbuhóttan.

Danska løgreglan váttar, at næmingar blivu bidnir um at fara úr skúlanum alt fyri eitt, av tí at skúlin fyrr í morgun fekk eitt bræv um bumbuhóttanina.

Umframt vanliga undirvísing hava próvtøkur verið á skúlanum í morgun, men tær blivu avbrotnar alt fyri eitt, tá boðini um bumbuhóttanina komu.

Í løtuni er løgreglan á staðnum og kannar málið. Robotturin hjá løgreguni, kallað "rulemarie", skal leita í øllum bygningunum á Handilsháskúlanum eftir eini møguligari bumbu, og tískil kunnu næmingarnir væntani ikki fara aftur í skúlan fyrr enn mánadagin.